2014-01-22 01:07
B-liðið hjá H71 gav í kvøld Kyndil skarpan gang í CocaCola-dystinum, sum varð leiktur á Hálsi. Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik - hálvleiksstøðan gjørdist 13-12 til Kyndil. Fyrstu 15 minuttirnar av seinna hálvleiki leikti eisini javnt á - 45 minuttir leiktir og støðan 18-17, men so kláraði H71 ikki meira. Kyndil vann við 6 málum 27-21.
H71 B: Hanus Kristiansen, Poul Símun Niclassen, Hanus Norðberg 5, Eindri Frydal, Halgir D. Olesen 2, Birgir Poulsen 6, Freddie Poulsen, ??lavur Joensen 2, Niels v. Niclassen, Oddur Beck 2, Andor Sivertsen 1 og Hilmar Leon Jakobsen
Les eisini: Kyndil tapti fyri VB.
Støður:
5. min. 1-2
10. min. 4-3
15. min. 5-5
20. min. 8-8
25. min. 12-9
30. min. 13-12
35. min. 15-14
40. min. 16-17
45. min. 18-17
50. min. 20-17
55. min. 23-18
60. min. 27-21
Les eisini hvat Jan Ottosen væntaði av dystinum.
Áskoðarar: 50
Dómarar: Dánjal Samuelsen og Heri Petersen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald