Kyndil vann heimadystin 29. september ímóti VÍF, tað megnaðu teir aftur í dag, við at vinna 28-25.
Vit sóu ikki dystin, men sum skilst var tað ein sera spennandi og vælleiktur dystur í Høllini á Hálsi.
Fyrri hálvleikur var tættur og spennandi, liðini skiftust um at liggja omaná, tá ið farið var til hálvleik, vísti máltalvan 13-12 til Kyndil.
Kyndil rann undan í seinna hálvleiki, tá ið 45 min. vóru leiktir vísti máltalvan 24-19 og Kyndil kláraði at halda leiðsluna og vunnu 29-25 á VÍF.
Kyndil: Jan Pauli Johannesen, Mladen Mjerimacka, HansArni Thomsen, Andrias Sólsker 1, Josef Abrahamsen 5, Oyvind Lútzen 1, HøgniKlein Olsen 4, David Edvardsen 2, Hans Áki Dahl-Olsen 1, Hjalte Bachmann,Ludvík Sunason 7, Bárður Johannesen, Finnur Hansson 6, Tróndur Joensen, BjarniSørensen og Dávur Clementsen.
VÍF: Eli Múller, Sámal Joensen, Julian Olsen, ÁkiEgilsnes 6, Agnar Joensen 7, Andrias Eriksen 3, Niklas Simonsen, BárðurBrimvík, Tóki Seloy, Sámal Jákup Djurhuus 1, Hanus Christophersen, Filip Jojic8, Sjúrður Nielsen og Magnus á Rógvu.
Støður:
5. min. 2-1
10. min. 5-6
15. min. 7-8
20. min. 8-10
25. min. 12-11
30. min. 13-12
35. min. 16-15
40. min. 21-17
45. min. 24-19
50. min. 25-21
55. min. 27-23
60. min. 28-25
Áskoðarar: 225
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Heri Petersen.
Les eisini: Kyndil vann toppdystin í Elektron deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald