Seinni hálvfinaludysturin millum Kyndil og H71 gjørdist ein sannur gysari, avgerðin um hvørt av liðinum kom í CocaCola-finaluna fall ikki fyrrenn í allar seinastu sekundunum. Fyrra dystin vann Kyndil 21-17. H71 kundi tí við at vinna við 4 málum koma í finaluna og tá ið 14 sekund vóru eftir var støðan 23-26 til H71 - fekk H71 mál, so vóru teir í finaluni. Kyndil tók timeout - aftaná stillaðu teir upp - spæla til Finnur Hansson, sum hegnisliga spælir bóltin til ein frían David Edvardsen, sum setir bóltin í netið til 24-26 - og Kyndil í finaluni. Hálvleiksstøðan var 10-14 til H71.
Kyndil: David Edvardsen 8, Finnur Hansson 6, Báður Johannesen 3, Hørður Sigtórsson 3, Julian Johansen 2, Hans Áki Dal-Christiansen 1, Ludvík Súnason 1.
H71: Bogdan Florea 8, Bogi G. Davidsen 5, Rúni Højgaard 4, Esbern Patursson 3, Hallur Biskopstø 2, Hans Kári Hansen 2, Sigmundur Dahl 1, Sigmundur Nolsøe 1
Avgerðin um hvørjum Kyndil møtir í finaluni fellur í Kollafirði mánakvøldið tá KÍF og StÍF bresta saman í seinna hálvfinaludystinum, fyrra hálvfinaludystin vann StÍF 32-29. Dysturin í Kollafirði mánakvøldið byrjar kl. 19.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald