2016-12-20 09:29

Fríggjadagin ynskti Kvívíkar kommuna at hátíðarhalda, at fleiri av óføru og dugnaligu starvsfólkunum høvdu starvast í kommununi í nógv ár. Guðny Jacobsen, Lydia Jensen, Magnina Jacobsen og Solveig Müller hava allar tikið sær av børnunum í meira enn 25 ár. Regin Djurhuus hevur starvast sum arbeiðsformaður í 20 ár og Magnus Svarthamar hevur starvast meira enn 15 ár, sum arbeiðsmaður.
Á hátíðarhaldinum handaði borgarstjórin Dánjal Petur Müller øllum hesum trúføstu starvsfólkunum gávu og takkaði fyri trúgva tænastu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald