Kvívík.fo skrivar:
Nú er eitt ár liðið síðani, at vatnmyllan var tikin í nýtslu. Áarlon hevur frá byrjan verið hitað við orku frá vatnmylluni.
Oljunýtslan í Áarlon hevur verið umleið 2/3 lægri enn undanfarin ár. Oljunýtslan, sum hevur verið, kemst av at myllan ikki hevur koyrt optimalt seinasta vetur, tí lítið av vatni var í ánni og frost órógvaði.
4. oktobur 2021 varð skúlin so eisini knýttur at vatnmylluni, og hevur tískil nú verið hitaður við grønari orku í ein mánað. Hetta hevur eydnast væl, og hevur skúlin onga olju nýtt henda mánaðin.
Vatnorkuætlanin er slóðbrótandi í Føroyum. Vatnorkuætlanin hjá kommununi er at hita kommunalar bygningar í Kvívík við verkinum, samstundis sum árinini á náttúruna eru heilt lítil. Arbeiðið við at knýta Breiðá upp í verkætlanina er í gongd og væntast at verða liðugt fyrst í komandi ári. Tá ið tað er liðugt, hava vit tvífaldað vatntøkuna, so orkuverkið kann verða meira støðugt. Um kommunan kundi gagnnýtt alla orkuna, sum vatnverkið veitir, hevði kommunan, sum tann fyrsta í landinum, rokkið málinum um null útlát.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald