
Vit hava sett okkum í samband við Una Danielsen stjóra í Vágatunlinum. Vit spurdu Una um kunningarskrivið hjálpti og um nakar var meldaður.
Uni: Kunningarskrivið hjálpti væl, og bilførarar halda seg til klokkutíðirnar tá ferðslan verður leidd ígjøgnum. Bummarnir við tunnilsmunnarnar røkkur bara fyri ein vegbana, og tí verða keylur settar fyri hin vegbanan.
Spurt verður um vit hava melda nakran. Havi ikki hoyrt at nakar er meldaður. Tað sum er av allarstørsta týdningi, er tryggleikin hjá arbeiðsfólkinum, sum arbeiða á vegnum, í tí trúgv at eingin bilur kemur. Áðrenn tíðindaskrivið vóru nakrar hættisligar støður, har akfør koyrdu framvið arbeiðsplássið við nógvari ferð, til stóran vanda fyri tey sum arbeiddu.
Arbeiðið gongur væl og nýggj ljós eru nú tendraði á einum strekki á 3 kilometrar. Arbeitt verður í hesum umfari fram til 20. desember, og byrja verður aftur 7. januar 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald