Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Taks og Politiið í Føroyum framdu í døgunum 19.-20. oktober 2021 eitt samskipað eftirlitsátak við útlendskari arbeiðsmegi á føroyska arbeiðsmarknaðinum, har fólk frá øllum trimum myndugleikum luttóku í ófráboðaðum eftirlitsvitjanum.
Eftirlitsátakið var framt samsvarandi samstarvsavtaluni millum myndugleikarnar, ið hevur til endamáls at hava eftirkanna um arbeiðsgevarar halda reglurnar um arbeiðsumhvørvi, arbeiðsloyvi, skatt og meirvirðisgjald.
Eftirlitsátakið, sum varð framt í Norðoya- og Suðurstreymoyar økinum, var hesaferð málrættað eftir arbeiðsplássum í byggivinnuni og framleiðsluvinnuni. Samanlagt fimm arbeiðspláss vóru vitjaði.
Í hesum sambandi kundu myndugleikarnir staðfesta:
- at manglar vóru í arbeiðsumhvørvinum á nærum øllum arbeiðsplássunum
- at manglar og ivamál vóru við skattligu viðurskiftini á onkrum arbeiðsplássum
- at ongir manglar vóru við arbeiðsloyvum.
Myndugleikarnir eftirmeta nú hetta eftirlitsátakið og leggja til rættis komandi átøkini, har miðað verður eftir at raka so breitt sum gjørligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald