JN

Kunning um leið 58

...

2019-01-29 19:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

SSL: Sum kunnugt tók Ritan í botn við havnarlagi í Hvannasundi, leygardagin 26.01.2019.

Kavarar staðfestu skjótt at skrúva og róður høvdu fingið onkran snudd, men ikki sást heilt týðuliga hvussu umfatandi tað var.

Ritan er síðani tikin upp á beding, og nú er greitt at tann skrúvan sum fekk skaða verður send til danmarkar at verða umvæld.

Væntandi verður arbeiði at umvæla skrúvuna liðugt uml. 12/02-2019.

Í tíðarbilinum meðan Ritan er burtur, røkir Súlan leið 58, og MB Kavarin ger farmatúr.

Tey sum hava tørv á farmaflutningi, kunnu enn sum áður venda sær til farmastøðina í Klaksvík.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder