2018-10-06 08:00

Vit skrivaðu í gjárskvøldið um eina hending í Skælingshaganum, har ein útlendingur var dottin og stórt bjargingararbeiði var sett í gongd.
Tá ið vit tosaðu við MRCC-støðina í gjárskvøldið var sagt, at útlendingurin ið datt niður á eina hellu við eina gjógv, suður frá Skælingi, var heppin í óhappinum.
Vakthavandi á MRCC segði við okkum, at hevði maðurin gliðið ein til tveir metrar afturat, so hevði maðurin fallið eini 150-200 metrar nærum í leysum lofti.
Tá ið slíkar støður uppstanda er nógv samskifi ígjøgnum MRCC støðina í Havn, og tað var tað eisini í gjárskvøldið, og sum vakthavandi á MRCC støðini skilti á lagnum var maðurin ið fall komin illa til skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald