OLJAN.FO skrivar:
Fyritøkan Krúnborg í Havn, sum seinastu 50 árini burturav hevur tikist við fiskivinnu, er nú farið inn í eina heilt aðra vinnugrein, nevniliga skipasmiðjuvirksemi og tað, sum hevur tilknýti til slíkt og sum eisini fevnir um olju- og frálandavinnuna. Fyritøkan hevur keypt MEST samtakið frá Eik.
Tað var hósdagin, at sáttmáli varð gjørdur millum EIK banka og P/F Krúnborg um sølu av MEST samtakinum, ið fevnir um skipasmiðjurnar í Havn, Skála og í Vestmanna umframt maskinverkstaðin í Runavík. PAM Offshore Service er so eisini partur av søluni. Í samtakinum arbeiða 400 fólk.
Sølan av MEST hevur ongar broytingar við sær í leiðsluni. Dagliga leiðslan í bæði MEST og PAM Offshore Service heldur fram og fer Mourtiz Mohr framhaldandi at standa á odda fyri hesum stóra samtakinum.
MEST ein sunn fyritøka
Oljan.fo spurdi Petur Jacobsen, nevndarlim í P/F Krúnborg og nú eisini í MEST, hví tey hava gjørt av at keypa MEST.
Hann sigur, at Mest er ein sunn og vælrikin fyriøka við nógvum spennandi avbjóðingum.
-Hevur hetta nakað við tað at gera, at tit mettu tykkum gera eina skeiva íløgu í offshoreskip saman við norðmonnum ella er hetta ein uppløgd íløga fyri tykkum?
??? Ikki sum so, men tá ein hurð fer aftur fer ofta ein onnur upp og hettar var ein uppløgd íløga hjá okkum, sum hevur sítt fokus innan tað maritima økið, har vit hava drúgvar royndir.???
-Hava tit nakrar ætlanir so sum at leggja nakað av virkseminum niður ella tvørturímóti menna tað?
???Mest kemur framhaldandi at koyra sum nú, og vit fara alla tíðina at hava fokus á menning og nýggjar avbjóðingar.???
???Hvat sigur tú til, at so stórur partur av virkseminum er baseraður uppá frálanda- og oljuvinnuna í Norra og nú eisini í Føroyum?
???Vit síggja tað sum ein fyrimun, at Mest er við her eisini. Hettar er við til at styrkja Mest enn meira.???
Ongar ætlanir at byggja skip
-Hava tit tankar um at fara undir aftur at byggja skip?
??? P/F Krúnborg hevur ikki ætlanir um hetta. Hvat Mest viðvíkur má tíðin vísa.???
Petur Jacobsen sigur, at tey sum nýggir eigarar hava ongar ætlanir um at gera broyingar í starvsfólkahópinum. Mest er ein væl rikin fyritøka við góðum starvsfólki, og tað fer hon at halda fram við at vera leggur hann aftrat.
-Er kassin tómur hjá tykkum, nú tit hava keypt Mest?
???Kassin er ikki tómur. Vit avseta altíð pening til at gera íløgur fyri.???
Nýggju eigararnir upplýsa annars ikki, hvat keypsprísurin er.
Í nevndini í MEST verða umframt Ole G. Nielsen, nevndarformann nú eisini Petur Jacobsen, Sámal Jacobsen og Eiler Jacobsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald