
Tænastumannafelagið skal hervið gera vart við, at aðalstjóran Turid Arge einki innlit hevur fingið í samskiftið millum Tænastumannafelagið, Anni á Hædd og Advokatarnar.
Í sambandi við, at Turid Arge var blivin partur av persóns máli, og samstundis var limur í nevndini hjá Tænastumannafelagnum, gjørdi formaðurin beinanvegin av, at einki tilfar í samskiftinum millum Tænastumannafelagið, Anni á Hædd og Advokatarnar bleiv sent henni, formaðurin gjørdi Anni eisini greitt, at alt samskiftið var í trúnaði.
Samstundis blivu hinar limirnar í nevndini (Andreu og Poul Jakku) spurd, um ikki rættast var, at varamaðurin hjá Turid Arge, Sámal í Skorini tók sæti í nevndini vegna inhabilitet, bæði svaraðu játtandi, síðani ringdi formaðurin til Sámal, og hann játtaði at taka sæti í nevndini.
So formaðurin kann hervið játtað, at einki tilfar hevur likið ímillum felagið og Turid Arge, í samskiftinum millum Tænastumannafelagið, Anni á Hædd og Advokatarnar sum kann hava ávirka avgerðina, sum útvarpið nú roynir at gera til stór tíðindi
Við heilsan
Tænastumannafelagið
Meinhard Gaardlykke, formaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald