Ítróttur

Krabbameinsfelagið 35 ár

...

2014-01-24 00:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Tiltakið er skipað í samstarvi millum Krabbameinsfelagið og Team Rynkeby Føroyar. Team Rynkeby er eitt altjóða vælgerðarsúkklulið, sum á hvørjum ári súkklar til París, at savna pening til børn við krabbameini og familjur teirra. Í ár er Team Rynkeby sett saman av 1.200 súkklarum og 260 hjálparfólkum á 26 liðum úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Finnlandi, Noregi og Avstralia. Ein long røð av sponsorum, stuðla fíggjarliga. Meira kann lesast um hetta á heimasíðuni www.team-rynkeby.fo

 
Peningurin, sum kemur inn í sambandi við súklingina hjá Team Rynkeby Føroyar, fer til gransking ímun til børn og krabbamein, og til at stuðla børnum við krabbameini og familjum teirra. Ein minni partur fer til danska Børnecanserfonden, sum stuðlar føroyskum børnum, sum fáa viðgerð fyri krabbamein í Danmark.

??ll kunnu stuðla við at lata pening til átakið. Tað gerst við at fara inn á heimasíðuna www.krabbamein.fo

 
Áhugin fyri at sleppa við á Team Rynkeby súkkluliðið er sera stórur í Føroyum og hinum londunum. Av tí at talið á plássum er avmarkað, er kappingini hørð. Liðini verða samansett so fjølbroytt, sum til ber, bæði við royndum og óroyndum súkklarum, og í mun til kyn, starv og bakgrund annars. ??ll kunnu søkja. Til ber at søkja um at sleppa við á liðið, sum fer avstað á sumri 2015 ??? við at fara inn á heimasíðuna www.team-rynkeby.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder