
Nú verða Korona kanningar gjørdar í Mihøllini (Hallarvegur 16, 350 Vestmanna).
Endiliga er avtala komin uppá pláss við Sjúkrahúsverkið um, at Vestmanna Kommuna og Kvívíkar Kommuna kunnu fara undir at kanna sínar borgarar fyri korona í Vestmanna skúla.
Kommunurnar fegnast um, at hetta nú kann lata seg gerða og vóna, at borgarnir í bygdunum fara at nýta hetta tilboðið, so vit kunna basa korona í okkara bygdum og koma hartil, at vit øll kunnu fá ein vanligan dagligdag aftur og ikki minst, eini koronafríð jól.
Lat okkum nú í felag basa korona og fylgja teimum tilmælum sum eru sett í verk.
Bílegging fer fram ákorona.fo
Longu nú er gjørligt at bíleggja sær tíðir til fríggjadagin 26. og sunnudagin 28. november 2021
klokkan 17:00 ??? 19:00
Vinarliga
Vestmanna Kommuna og Kvívíkar Kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald