
Týsdagin vitjar eitt koppsetingarlið á Sandoynni. Byrjað verður í Dali um middagsleitið, og endað verður í Skopun seinnapartin.
Starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum fara næstu tíðina at ferðast kring Føroyar og bjóða fólki at verða koppsett fyri koronu. Í næstu viku verður vitjað í Norðoyggjum, í Vágum og á Sandoynni.
??tlanin er at byrja koppsetingina í Dali, har koppingaevnið, sum skal brúkast fyri dagin, verður gjørt klárt. Byrjað verður at koppseta klokkan 13.
Síðani gongur leiðin til Húsavíkar, har koppsett verður í ein tíma ella so, áðrenn ferðaliðið fer til Skálavíkar. Eftir ætlan byrjar koppsetingin í Skálavík umleið kl. 15.
Tá klokkan er farin nakað av 16 verður koppsett heima á kommunuskrivstovuni á Sandi, áðrenn dagurin endar í Neystinum í Skopun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald