JN

Konsert við Fatai sunnukvøldið

...

2018-09-07 12:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sunnukvøldið fær Keldan í Skálafirði vitjan av einum fyrrverandi semi-finalisti í sendingini The voice í Australia. Talan er um Fatai Veamatahau.

Fatai er ættað úr Tonga, men uppvaksin í Melbourne, Australia. Hon hevur fingist við tónleik frá barni av og framførdi fyrstuferð, sum einans 7 ára gomul. Hon var semi-finalistur í fyrstu sesong av The Voice í Australia og gjørdist eftir hetta partur av Mercury Records. Hon býr í dag í Illinois, Amerika og syngur dagliga fyri stórum mongdum av fólki.


Hon kemur einsamøll til føroya við gittara sínum og hevur konsert sunnukvøldið 9. september kl.20 í Kelduni í Skálafirði.

Sambært fyrireikarunum ber til at keypa atgongumerki bæði í forsølu og við dyrnar undan konsertina.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder