Lýsing

Køks- og reingerðarfólk til Hangarin hjá Atlantic Airways

...

2018-08-30 07:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Dugir og tímur tú at fáast við lættari matgerð og reingerð? So hava vit kanska eitt starv til tín.

Atlantic Airways leitar nevniliga eftir einum køks-og reingerðarfólki til Hangarin á flogvøllinum.

Tín uppgáva er at røkja kaffistovuna í Hangarinum, gera mat og drekka til starvsfólkini, umframt reingerð av skrivstovuhølum í Hangarinum.

Hetta er ein týðandi partur av trivnaðinum hjá starvsfólkunum í Hangarinum. Tað verður tín uppgáva at syrgja fyri , at alt gongur so smidligt sum gjørligt, tí starvsfólkini í Hangarinum arbeiða í skiftandi vaktum alt samdøgrið, allar dagar í árinum.

Vit vænta, at tú
Gongur høgt uppí reinførið, tá ið tað kemur til handfaring av mati og drekka

Hevur royndir, kunnleika og hug til køksarbeiði og reingerð

Ert fleksibul, dugir at skipa títt egna arbeiði og at arbeiða sjálvstøðugt

Arbeiðstíð
Mánadag til fríggjadag, kl. 08.00 ??? 14.00

Starvsbyrjan
Miðað verður eftir, at tú kanst byrja skjótast gjørligt.

Løn- og setanarviðurskifti
Løn- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (CV) og møguligum útbúgvingar- og førleikaprógvum, umframt møguligum viðmælum, skal sendast sum teldupostur til [email protected]

Umsóknarfreistin er mikudagin tann 12. september 2018. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Georg Suðurgarð, starvsfólkaleiðara á tlf. (+298) 21 17 28

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder