Lýsing

Kokkar til Vørn

...

2021-08-25 22:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eitt avloysarastarv og eitt fast starv sum kokkur við skipunum hjá Vørn, verða hervið lýst leys. Avloysarastarvið er fyri tíðina 24. sep 2021 og 1 ár fram. Fasta starvið verður at seta sum skjótast.

Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávur:

  • Matgerð og provianttering.
  • Reingerð av gallu, messu, sallong, proviant- og vaskirúmi.
  • Annars arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og trygdarhondbókini.

Førleikakrøv:

  • Vinnubræv sum skipskokkur.
  • Heilsuváttan og Trygdarskeið fyri sjómenn.
  • Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.

Setanartreytir:

Starvið er lønt í 6. lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Arbeiðstíðin er 14 dagar umborð síðan 14 dagar avspáking. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.

Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.

Starvsheiti er kokkur.

Tann ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.

Áðrenn setan verður almenn reyvsigváttan umbiðin.

Umsóknir:

Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal vera Vørn í hendi, í seinasta lagi 06. sep 2021 kl. 12.00.

Umsóknirnar skulu sendast til:

V??RN, postsmoga 1238, 110 Tórshavn.Ella sum teldupost til: [email protected]

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara.Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.vorn.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder