Tey trý línuskipini, sum hava roynt á Flemmish Cap - Klakkur, Kambur og Eivind - eru allir um at verða fullfermdir, teir skulu landa í St. Pierre.
Tá ið liðugt er at landa, og tey hava tikið útgerð v.m., tá verður farið aftur til fiskiskap, men veiðan av seinna túrinum verður ikki landað har yviri, tá koma teir heim, tí tá er kvotan hjá teimum uppfiskað.
Skipini hava havt sera góðan fiskiskap, tey komu á fiskileið 17 januar. Teir tóku uml. 30 tons av agni við hvør, men hava bert brúkt 4-5 tons í part. Av tí at so nógv agn er eftir, fáa teir ikki so nógv í lastina, sum teir annars plaga at hava.
Kambur verður í St. Pierre í nátt, teir landa í morgin, Klakkur landar so 3. februar og Eivind landar 5. februar. Allir frysta teir veiðuna umborð.
Váðasteinur hevur eisini roynt á Flemmish Cap, teir sigla heim og verða væntandi heima mánadagin ella týsdagin, Váðasteinur hevur fulla last - uml. 250.000 pund, sum er ísað umborð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald