Tíðindaskriv
KJ latið tvey generatorsett til SEV
Nýggju generatorarnir eru skjótir at starta upp og fáa inn á netið, og tískil kunnu teir stytta munandi um streymslit.
Í gjár vórðu tveir spildurnýggir 2,4 MW generatorar settir til á Sundsverkinum at avloysa ein umleið 40 ára gamlan 5,7 MW generator.
Tað er KJ á Kambsdali, ið hevur latið generatorsettini. Sjálvir generatorarnir eru frá sponsku verksmiðjuni Himoinsa, og motorarnar eru týskir av slagnum MTU.
KJ vann hesa verkætlanina í almennum útboði.
KJ hevur fyrr latið smærri generatorar til alivinnuna og eisini eitt mobilt generatorsett til SEV, men verkætlanin á Sundsverkinum er nógv tann størsta av hesum slagnum hjá fyritøkuni á Kambsdali.
???Tað hevur nógv at týða fyri okkum, at vit vunnu hetta útboðið og sleppa at fremja eina sovorðna verkætlan saman við einum orkurisa, sum SEV jú er???, sigur ??lavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ.
Samstarvið við stóru, sponsku generatorverksmiðjuna Himoinsa var komið í lag frammanundan í sambandi við smærri generatorverkætlanir hjá KJ.
KJ og SEV hava saman staðið fyri at kalla øllum arbeiðnum at seta generatorarnar upp. Arbeiðið byrjaðið um ársskiftið.
Nýggju generatorarnir, sum fáa megi frá týsku MTU dieselmotorunum, eru serliga ætlaðir sum backup-generatorar, og Jørgin Mørkøre, verkmeistari á Sundsverkinum, væntar sær nógv av teimum.
???Teir kunnu ikki garantera okkum ímóti streymsliti, men teir eru dieseldrivnir og sera kvikir í mun til tann gamla, sum teir loysa av. Tað merkir, at teir eru skjótir at starta upp og fáa inn á netið. Harvið skuldu tey streymslit, sum tað er torført at verja seg heilt ímóti, verði væl styttri???, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald