Í Atlantic Airways-deildini tók Kyndil í dag ímóti føroyameistarinum KÍF. Í fyrra dystinum ímillum somu lið, sum varð leiktur í Kollafirði 13. oktober, vann Kyndil 21-24.
Kollfiðringar løgdu hart út, beinanvegin sást, at teir ætlaðu at vinna á Kyndli í dag. Táið 16 min. vóru leiktir av dystinum vísti máltalvan 1-8 til KÍF. Verjan hjá KÍF stóð sum ein múrur og tað verjan ikki megnaði - tað megnaði ??la Kristian Djurhuus, sum stóð sum ein brandur sum aftasti maður hjá Kollfiðringum, har gjørdist einki hjá Kyndli. Hálvleiksstøðan gjørdist 6-12.
Í seinna hálvleiki var sama gongdin - KÍF kundi tilláta sær at skifta nógv út og tað varð gjørt, óroyndu mennirnir royndust teimum eisini væl. KÍF vann tryggan sigur 21-30 og liggja nú fremst við 14 stigum fyri 9 dystir, næst teimum kemur VÍF, sum hevur 10 stig fyri 8 dystir.
Kyndil: Mladen Njerinncka, Dávur Clementsen, Hans Arni Thomsen 1, Andrias Sólsker, Julian Johansen 2, Josef Abrahamsen 3, Høgni Klein Olsen 1, David Edvardsen 3, Hans Áki Dal-Christiansen 3, Ludvík Sunason, Finnur Hansson 2, Bjarni Sørensen 4 og Ken Zachariasen 1.
KÍF: Emil Dam, ??la Kristian Djurhuus, Petur H. Skýrindal, Andrias Nielsen 1, Magnus Múller 4, Rasmus Junker 1, Tony Weyhe 4, Teitur Joensen, Fríði Weyhe, Hans Eli Sigurðbjørnsson 3, Nicklas Selvig 10, Rógvi Weyhe 2, Rúni Joensen 2 og Jákp Trygvason 3.
Støður:
5. min. 0-1
10. min. 1-5
15. min. 1-7
20. min. 2-9
25. min. 5-11
30. min. 6-12
35. min. 8-14
40. min. 8-19
45. min. 11-24
50. min. 15-27
55. min. 17-28
60. min. 21-30
Dómarar: Daniel Rapa og Ragnar Simonsen.
Áskoðarar: 125
Í gjár vann Team Klaksvík á Neistanum - úrslitið gjørdist 29-30, dysturin var leiktur í Høllini á Hálsi í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald