StÍF tók í dag ímóti KÍF í høllini á Skála. StÍF hevði møguleikan at koma ájavnt við KÍF í stigum, treytin var at strandingar vunnu, men KÍF dróg longra stráðið og vann 30-33, eftir at tað hevði verið javnleikur 33-33 í 57. minutti.
KÍF førdi so at siga allan dystin, hálvleiksstøðan var 13-19 til KÍF, teir hildu eisini á í seinna hálvleiki, tá ið 50 minuttir vóru leiktir var støðan 20-28 til KÍF, men so fór StÍF at draga inn, teir komu uppá 30-30 í 57. minutti, men KÍF megnaði at vinna 30-33.
KÍF liggur á 4. plássi við 12 stigum fyri 10 dystir og StÍF liggur næstniðast við 8 stigum fyri 12 dystir.
StÍF: Carsten Bang, Fríði Durhuus, Sveinur Justinussen 9, Eyðbjørn Eiriksson, Pætur Johannsen 4, Pætur Joensen 1, Jógvan Gregersen 2, Teitur Nilsen 3, Allan Norðberg 9, Borgar Persson 2 og Jónfinn Rasmussen.
KÍF: Emil Dam, Marcus Mølbjerg, Andrias Nielsen 3, Teitur Joensen 5, Jákup Trygvason 1, Vilhelm Magnussen, Frederik Sørensen, Hans Eli Sigurbjørnson 12, Rógvi Weyhe 1, Fríði Weyhe 3, Rúni Joensen 5 og Ási Dam 3.
Støður:
5. min. 3-3
10. min. 3-7
15. min. 4-9
20. min. 7-12
25. min. 10-15
30. min. 13-19
35. min. 15-22
40. min. 17-24
45. min. 19-26
50. min. 20-28
55. min. 26-29
60. min. 30-33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald