2020-12-18 20:50

Fyrr í kvøld fór Katrin Jóhanna at sigla inn av svartkjaftafeltinum, sum í løtuni er sunnast í føroyskum sjógvi.
Skiparin, Árni Dalsgaard, sigur við okkum, at teir hava henda túrin fingið 1750 tons av góðum svartkjafti.
Katrin Jóhanna verður á Fuglafirði tíðliga í morgin, og skulu teir landa til Havsbrún. Katrin Jóhanna sleppir framat tá ið liðugt er at landa Norðing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald