2014-08-07 15:47
Kappingarstøðan leggur trýst á rentuinntøkurnar, men lækkingin av útreiðslum er hildin fram, so at úrslitið fyri fyrra hálvár í 2014 gjørdist 85 mió. kr. fyri skatt samanborið við 77 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
Av teimum 85 mió. kr., sum bankin hevði í yvirskoti, stava 40 mió. kr. frá bankavirksemi uttanfyri Føroyar.
Niðurskrivingarnar á útlánum eru minkaðar niður í helvt samanborið við fyrra hálvár í fjør.
Samanløgdu rakstrarinntøkurnar hjá BankNordik-samtakinum vóru 395 mió. kr. í fyrra hálvári 2014 samanborið við 436 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Høvuðsorsøkin til lækkingina í inntøkunum er eitt framhaldandi stórt kappingartrýst á útlánsrenturnar og harvið á rentumarginalin, ikki minst í Føroyum.
Bankin upplivir ein vaksandi eftirspurning eftir nýggjum lánum og kredittum og eina tilgongd av nýggjum kundum, tó er tilgongdin ikki enn nóg stór til at viga upp ímóti avdráttunum av gomlum lánum. Harafturímóti sæst framgongdin í virkseminum í vøkstrinum á inntøkunum fyri tænastugjøld, ið hækkaðu samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Effektiviseringin í samtakinum hevur haft við sær lægri rakstrarútreiðslur, nevniliga 268 mió. kr. í farna hálvári samanborið við 282 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør, hetta svarar til eina minking á 5 %. Í bankapartinum eru rakstrarútreiðslurnar í prosentum minkaðar líka nógv, sum inntøkurnar eru lækkaðar, nevniliga við 8 %. Lækkingin av inntøkum frá tryggingum stavast frá hægri skaðaendurgjøldum frá Trygd í øðrum ársfjórðingi samanborið við í fjør, umframt lægri íløguinntøkur í íslendska tryggingarfelagnum.
Niðurskrivingarnar á útlánum og kredittum vóru fyrra hálvár 40 mió. kr. (netto) samanborið við 75 mió. kr. fyrra hálvár í 2013. Hetta samsvarar við væntanirnar við ársbyrjan um lægri niðurskrivingar í 2014 enn í fjør.
Eftir niðurskrivingar, eingangsútreiðslur og virðisjavna gjørdist úrslitið hjá samtakinum 85 mió. kr. fyri skatt samanborið við 77 mió. kr. fyrra hálvár í fjør.
???Í avbjóðandi umstøðunum við fallandi útlánum og herdari kapping kunnu vit vera nøgd við hálvársúrslitið, sum er í tráð við okkara væntanir við ársbyrjan??? sigur Janus Petersen, forstjóri. ???Eg eri serliga væl nøgdur við, at danska og grønlendska virksemið nú standa fyri nærum helminginum av yvirskotinum.???
Solvensur og gjaldføri eru omanfyri lógarkrav
Neyva vágastýringin hjá BankNordik er endurspeglað í solvenstørvinum á 8,9 %, ið er millum teir lægstu í danska ríkinum og nær minsta lógarkravinum á 8 %. Við einum solvensi á 14,6 % við hálvársskiftið hevði bankin eitt rásarúm á 5,7 prosentstig í mun til solvenstørvin.
Landsstýrið hevur í august 2014 boðað frá, at íverksetanin av SIFI og nýggju solvensreglugerðini í fyrsta lagi vera framd seinna hálvár 2015 ella í 2016, men at tillagingartíðin framhaldandi væntast at fylgja tíðarætlanini í Danmark.
Eisini hvat krøvunum til gjaldføri viðvíkja hevði BankNordik við endan á hálvárinum ein sterkan yvirdekning, við tað at gjaldførið var 2,6 ferðir lógarkravið.
Væntanir til 2014
Leiðslan í BankNordik heldur fast við sínar væntanir við ársbyrjan um eitt úrslit fyri 2014 á 200-240 mió. kr. fyri niðurskrivingar, eingangsútreiðslur, virðisjavna og skatt. Í fyrra hálvári náddi samtakið einum úrsliti á 114 mió. kr. fyri niðurskrivingar, eingangsútreiðslur, virðisjavna og skatt.
Niðurskrivingar á útlánum væntast at verða lægri í 2014 enn árið fyri.
Nærri kunning
Janus Petersen, forstjóri, tlf. 330 340
Árni Ellefsen, fíggjarstjóri, tlf. 230 348
Johnny í Grótinum, Investor Relations, tlf. 230 380, [email protected]
Høvuðstøl
Mió. DKK | Q2 2014 | Q1 2014 | Q4 2013 | Q3 2013 | Q2 2013 | H1 2014 | H1 2013 | 2013 |
Rentuinntøkur, netto | 126 | 133 | 133 | 143 | 151 | 258 | 298 | 574 |
Inntøkur frá tænastugjøldum, netto | 54 | 46 | 53 | 43 | 48 | 101 | 92 | 188 |
Inntøkur frá trygging | 20 | 8 | 14 | 15 | 29 | 28 | 40 | 69 |
Aðrar rakstrarinntøkur | 4 | 3 | 5 | 3 | 4 | 8 | 6 | 14 |
Rakstrarinntøkur * | 205 | 190 | 206 | 204 | 231 | 395 | 436 | 845 |
Rakstrarútreiðslur * | -136 | -132 | -139 | -136 | -142 | -268 | -282 | -558 |
Sektorútreiðslur v.m. | -6 | -6 | -4 | -4 | -8 | -12 | -16 | -26 |
??rslit fyri niðurskrivingar * | 62 | 52 | 62 | 63 | 82 | 114 | 137 | 261 |
Niðurskrivingar á útlánum (netto) | -19 | -21 | -42 | -32 | -20 | -40 | -75 | -147 |
Rakstrarúrslit * | 44 | 31 | 20 | 31 | 62 | 75 | 62 | 114 |
Eingangsútreiðslur | 1 | -2 | -19 | 0 | 17 | -1 | 8 | -11 |
??rslit fyri virðisjavna og skatt | 45 | 29 | 1 | 31 | 79 | 74 | 70 | 103 |
Virðisjavni | 9 | 2 | -10 | 16 | -16 | 11 | 6 | 11 |
??rslit fyri skatt | 54 | 31 | -9 | 47 | 63 | 85 | 77 | 114 |
Innlán v.m., mia. DKK | 12,4 | 12,1 | 12,2 | 12,0 | 12,3 | 12,4 | 12,3 | 12,2 |
??tlán v.m., mia. DKK | 10,2 | 10,4 | 10,5 | 10,6 | 10,7 | 10,2 | 10,7 | 10,5 |
Ognir til samans, mia. DKK | 16,1 | 16,6 | 17,1 | 16,9 | 17,4 | 16,1 | 17,4 | 17,1 |
Eginogn, mia. DKK | 2,2 | 2,1 | 2,1 | 2,2 | 2,1 | 2,2 | 2,1 | 2,2 |
Solvensur | 14,6% | 14,7% | 14,7% | 14,5% | 15,4% | 14,6% | 15,4% | 14,7% |
Gjaldføri í mun til lógarkrav | 2,6 x | 2,6 x | 2,8 x | 2,6 x | 2,8 x | 2,6 x | 2,8 x | 2,8 x |
??treiðslur / Rakstrarinntøkur | 66% | 70% | 68% | 67% | 61% | 68% | 62% | 66% |
Tal av starvsfólkum (FTE), ult. | 510 | 512 | 523 | 530 | 538 | 510 | 538 | 523 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald