2014-11-22 00:11
Meira av toski og hýsu inni í stongdum kassum enn á vanligum trolleiðum. Hinvegin er upsanøgdin størri á opnum leiðum enn í stongdum kassum. Hetta var høvusniðurstøðan frá túrinum um kanningar av stongdum leiðum.
Tó er ongin signifikantur munur í veiðu upp á roynd og tætleika fyri tosk og hýsu millum økini. Bara miðal tættleiki og veiða upp á roynd fyri hýsu vísir seg at vera størri innan fyri kassanar enn uttanfyri.
Av teimum trimum sløgunum er bara miðallongdin av upsa størri á vanligum trolleiðum enn í kassunum.
Les alla frágreiðingina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald