Vinna

Kanning: Er føroyska arbeiðsfjøldin enn millum tær størstu í Evropa

...

2021-11-22 14:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í hesi vikuni frá 22. til 27. november verður árliga arbeiðsfjøldarkanningin fyri 2021 gjørd.

Í 2020 vóru 31.793 fólk í føroysku arbeiðsfjøldini ella 84,3% av øllum búsitandi í Føroyum, sum vóru millum 15 og 74 ár. Tølini fyri 2020 vísa, at vinnutíttleikin í Føroyum er tann størsti í Evropa, við Íslandi næst aftanfyri.

Arbeiðsfjøldin telur, hvussu nógv fólk kunnu veita arbeiðsmegi av teimum, ið eru millum 15-74 ár og búsitandi í Føroyum.

Ein partur av grundarlagnum undir hagtølunum eru viðtalskanningar umvegis telefon, og á hvørjum ári verða á leið 1.000 fólk uppringd, ung sum eldri. Gallup Føroyar ger viðtalurnar fyri Hagstovu Føroya.

Arbeiðsfjøldarhagtølini eru gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðsstovninum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini kunnu samanberast beinleiðis við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum.

Tú kanst lesa meira um kanninginaher.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder