JN

Kanna teg fyri koronu ??? heima við hús

...

2021-11-06 18:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv frá KBI: Nú er møguligt hjá øllum skjótt og lætt at kanna seg sjálvi fyri Covid-19 heima við hús ella eitt nú á arbeiðsplássinum.

KBI bjóðar í samstarv við veitarin, Roche eina CE-góðkenda SARS-CoV-2 snarkanning, ið tú kanst brúka saman við einari app har tú kanst skráseta títt kanningarúrslit.
Hetta er sama CE góðkenda snarkanningin ið hevur verið nýtt til professionelt brúk á kanningarmiðstøðum í Danmark, men sum nú eisini hevur fingið góðkenning sum sjálvkanning.
Ert tú yngri enn 18 ár, skal snarkanningin gerast av einum ið er eldri enn 18 ár.

Vit hava samla alla kunning og vegleiðing á www.snarkanning.fo

??makaleyst, lætt og tryggleiki í samfelagnum

At kunna kanna seg heima við hús, er ómakaleyst og gevur tær eisini møguleikan at sleppa frá bíðitíð og túrin tað tekur. Við tí fyrimuninum vóna vit at fleiri lata seg kanna oftari.
Vegleiðingin er á donskum og fylgir tú henni neyðuga, kanst tú kanna teg hvar sum helst og nær sum helst. Kanningarúrslitið er klárt longu eftir 15 minuttir.Við at gera tað lætt hjá borgarum at kanna seg sjálvi vóna vit at kunna hjálpa við at fanga enn fleiri smittað og taka tað óneyðuga trýstið av kanningarmiðstøðunum hjá sjúkrahúsverkinum.


Álítandi

SARS-CoV-2 snarkanningin er roknað til at fanga tilveruna av SARS-CoV-2- nukleokapsidprotein í næsaglugganum hjá einum persóni.

Kanningar vísa at snarkanningar frá Roche eru upp til 91,1% neyvar at eyðmerkja fólk sum eru rakt av Covid-19.

Roche viðmælir tó, at fær man eitt positivt svar, at man fer í sóttarhald og fær tikið eina PCR kanning á einari kanningarmiðstøð fyri at staðfesta úrslitið. Um ein fær negativt svar, men hevur sjúkueyðkenni, viðmæla vit altíð at taka eina snarkanning afturat og um neyðugt eina PCR kanning á einari kanningarmiðstøð.

Skráset úrslitið í app

Tá tú hevur tikið eina snarkanning, so kanst tú skráseta títt svar.
Tú kanst nemt taka appina niður sum eitur NAVIFY-Pass. Hvør snarkanning hevur eina einstaka QR kotu, sum ger tað møguligt fyri viðkomandi at skráseta kanningarúrslitið og nýta tað sum eina váttan.

Snarkanningar fáast til keyps í ymiskum matvøruhandlum kring landið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder