Vinna

Kambur og Eivind brúktu 12 døgn yvir á Flemish Cap

...

2015-01-18 15:24 Author image
Katrin Haraldsen
placeholder

Eftir ein drúgva ferð á 12 døgn, komu Kambur og Eivind á fiskileið í gjáramorgunin. Teir fylgdust yvir við Klakki ið var eitt sindur fyrr á fiskileið.

Teir byrjaðu at seta uml. kl. 8. Kambur setti 20 stokkar, Eivind uml. tað sama, liðugt var at draga kl. 2 síðstu nátt.
Bæði skipini fingu uml. 10 - 11 tons.
Veðrið á leiðini er eitt sindur fýsi í morgum, skal tó batna út á dagin og so verður fínasta verður.
Har er nógvur fiskur á leiðini, neyðugt hevur tí verið at broytt vaktirnar umborð á Kambi, frá tí vanliga, ið er 6 - 6. til 8 - 8 - 8 - 4.

Tey norsku línuskipini hava longu fiskað sína kvotu, sum var uml. 1.300 tons.
Váðasteinur ið júst er komin yvir eisini.
Vit heima, ynskja tykkum øllum góðan fiskiskap.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder