2014-11-27 05:16
Tað eru nakrir dagar síðani Tróndur í Gøtu og Jupiter fóru norðurum at leita eftir sild, teir hava verið staddir á uml. 64N. Í kvøld fór Norðborg avstað, teir fara eisini á sildaveiðu.
Á sildafeltinum norðanfyri eru sostatt 3 føroysk skip og so eisini íslendska skipið Aðalsteinn Jónsson.
Vit vita einki um hvat kemur burturúr.
Tummas T. fór niður í Norðsjógvin at fiska sild, men sum skilst, so hevur viðrað illa har niðri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald