2014-08-05 04:05
Jupiter siglir inn við 900 tonsum av makreli. Teir fara á Tvøroyri, har teir verða tíðliga í nátt.
Jupiter hevur hendan túrin partrolað við Trónda í Gøtu, teir royndu heilt norðuri á 71N.
Í løtuni landar Fagraberg á Tvøroyri, Jupiter sleppir framat í morgin, tá ið Fagraberg er liðugur.
Í kvøld royna tey flestu makrelskipini í ein útnyðring úr Føroyum á uml. 64N og 9V.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald