2015-02-27 16:59
Jupiter fór í gjárkvøldið at sigla til Føroyar við 950 tonsum av lodnu, sum teir hava fiskað á Suðurlandinum á leiðini millum Oyggjarnar og Reykjanes.
Jupiter skal landa lodnuna á Tvøroyri - vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir hava gott veður og rokna við, at verða á Tvøroyri um 10-11 tíðina fyrrapartin í morgin.
4 føroysk skip eru á lodnufeltinum í morgun, tey eru: Norðborg, Tróndur í Gøtu, Fagraberg og Finnur Fríði, ski, lodnan stendur bæði eystan- og vestanfyri Rekjanes.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald