Jupiter og Tróndur í Gøtu, sum hava verið á sildaveiðu norðanfyri sigla inn við tilsamans uml. 1.200 tonsum, teir hava samtrolað. Tað er góð sild teir hava fingið - uml. 380 gramm - Sildin er full í rognum. Teir siga eisin at tað góða er, at tað minst eru tríggir árgangir av sild, sum teir veiddu norðuri á 64N.
Báðir landa á Tvøroyri, Jupiter verður á Tvøroyri í kvøld kl. 20, Tróndur fer á Fuglafjørð fyrst, teir fáa landingartørn á Tvøroyri seint í morgin.
Bæði Jupiter og Tróndur í Gøtu hava nú fiskað meginpartin av sínum kvotum í ár - bæði sild, makrel og svartkjaft, so í løtuni er eitt sindur ivasamt, hvussu verður restina av árinum, tað søgdu teir tá ið JN.fo tosaði umborð á skipini fyri løtu síðan.
Sí eisini: 7 útlendsk skip fiska svartkjaft norðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald