2015-03-04 22:01
Jupiter siglir inn til Fáskrúðsfjarðar við góðum 800 tonsum av lodnu, sum teir skulu landa til Lodnuvinnsluna í Fáskrúðsfirði. Jupiter verður inni um 18-tíðina í kvøld, men teir sleppa ikki framat at landa fyrrenn í morgin, tí Hoffell skal landa áðrenn teir.
Hjá Jupiter er somikið eftir av lodnukvotuni, at teir gera ein túr afturat.
Nú er bara Finnur Fríði á feltinum, teir eru í løtuni staddir tætt suður úr Reykjanesi. Vestanfyri hevur tað verið ruskveður í gjár og í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald