2015-02-07 15:20
Jupiter fór í nátt at sigla inn av svartkjaftafeltinum, Jupiter er fullur undir lúkurnar - uml. 2.500 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Í løtuni landar Finnur Fríði, so eigur Slættaberg tørn, Jupiter sleppir tí ikki framat fyrrenn einaferð í morgin.
Tey føroysku svartkjaftaskipini royna á 60,5N og 4V - tað er eystur ímóti markinum við Hetland, har eru í morgun Tróndur í Gøtu, Fagraberg og Christian í Grótinum umframt eisini íslendska skipið Hoffell.
Næraberg er í altjóða sjógvi einar 200 fj. vestur úr Írlandi, teir royna eisini eftir svartkjafti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald