![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Avbjóðingar við koronu og skatting av talgilda búskapinum vóru høvuðsevni á fundinum millum norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnar í gjár.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, var í gjár á fundi við hinar norðurlendsku ráðharrarnar í fíggjarmálum og umrøddu felags avbjóðingar og loysnir.
Hetta var gjøgnum MR-Finans, sum er norðurlendska ráðharraráðið fyri búskapar- og fíggjarpolitikk.
Orsakað av støðuni við koronu var fundurin á netinum.
Støðan við koronu var eitt av høvuðsevnunum á fundinum, tí í nógvum londum ??? eisini í Norðurlondum - hevur koronafarsóttin havt munandi avleiðingar fyri búskapin.
Norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnir umrøddu, hvussu umráðandi tað er at handfara búskaparligu avleiðingarnar av farsóttini og samstundis tryggja langtíðarhaldførið í búskapinum.
Eisini umrøddu ráðharrarnir skattligu avbjóðingarnar, sum standast av tí alsamt økta talgilda búskapinum og sum m.a. OECD arbeiðir við at finna eina loysn á ??? væntandi miðskeiðis í 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald