Vinna

Jón Kjartansson og Beitir sigla til Íslands við útvið 5.000 tonsum

...

2015-01-22 19:20 Author image
placeholder

 Íslendska skipið Jón Kjartansson fór í nátt at sigla til Íslands við 2.500 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Eskju á Eskjufirði, sum liggur á Eysturlandinum, Jón Kjartanson verður í Íslandi í morgin.

Fiskiskapurin teir seinastu dagarnar var góður, teir fingu 1.000 tons seinasta døgnið, skriva teir á Facebook.

Eisini er Beitir farin at sigla í nátt, teir hava eisini yvir 2.000 tons, sum verður landað til Sildarvinnsluna á Norðfirði. Beitir verður á Norðfirði í morgin.

Í løtuni er einki íslendskt skip á svartkjaftafeltinum sunnanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder