JN

Jólatrøini í Vága kommunu verða tendrað í dag

...

2021-11-27 09:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hvørt ár verða jólatrøini tendrað eini fýra vikur undan jólum og hetta verður hátíðarhildið við røðu, sangi, jólamonnum og hugna leygardagin 27. novembur

Byrjað verður í Vatnsoyrum kl. 15.00, kl. 16.00 í Miðvági og kl. 17.00 í Sandavági.

Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin, Inga Poulsen Dam, prestur sigur nøkur orð. Í Vatnsoyrum fara vit at syngja nakrar felagssangir, í Miðvági fer barnakórið í Miðgarði syngja og í Sandavági verður tað barnakórið í Saron. Aftaná koma jólamennirnir og øll børnini fáa pakka, og kommunan bjóðar kaka og bollar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder