Vinna

Jólaaftan verður elsta fyriøka í landinum 110 ár

...

2014-12-24 15:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Høgni Lützen stjóri hugleiður um 110 árini ið fyritøkan Valdemar Lützen hevur virkað.

Jólaaftan í ár eru liðin 110 ár síðani, handilsvirkið Valdemar Lützen varð stovnað. Tað byrjaði við byggitilfari og koli, men handilsvirkið lagaði seg til tíðina við teimum vørum, ið kravdust. Nógv fólk hava sum vera man starvast á virkinum ??? ein heilur hópur í fleiri enn fimmti ár.

Í 1904 stovnaði Valdemar Lützen handilsvirkið Valdemar Lützen A/S ið fabrikkini hjá ??strøm, har hann seldi byggitilfar og kol. Hetta var tó byrjanin til handilsvirkið Valdemar Lützen sum liggur á Skálatrøð í dag. Valdemar broytti vøruúrvalið eftir tí tørvi, sum var árini framyvir. Eisini keypti hann skip sum silgdu við farmi til handilsvirkið hjá sær, umframt annan farm til Føroya úr útlondunum.

Fyrsta skipið hann keypti, var ???Forælders Minde??? úr Danmark. Seinni var hetta skipið selt, og Valdemar Lützen lat byggja skonnartina ???Sjey Systrar???, sum Andrias á Høvdanum av Strondum førdi. ???Sjey Systrar??? silgdi ikki bert við farmi til Føroya, men eisini við útflutningsfarmi til miðalhavslondini.

Umframt hetta skipið hevði Valdemar Lützen eisini lítla lossijakt, sum kallaðist: ???Diddan???. Hendan silgdi við farmi kring oyggjarnar, men eisini nýtt sum avskipanarfar í Havn, tá stór skip komu við farmi, sum ikki kundu leggja at bryggju í Havn.

Árini 1930 og frameftir.

Í árunum 1930 víðkaði Valdemar Lützen aftur um virkið sítt við at stovna frystivirkið í fabrikkini hjá ??strøm. Hetta var um tað mundi, tá fiskiførini fóru á ísfiskarí, men umframt hetta var eisini møguleiki hjá einstøkum húsarhaldum at leiga sær goymslurúm til matvørur. Tá ísfiskiskapurin í árinum 1948-1949 legði um til saltfiskaframleiðslu var frystivirkið niðurlagt.

Í somu tíðini sum frystivirkið var í Rættará, keypti Valdemar Lützen ein sandbát saman við Niels í Heiðunum. Niels førdi sjálvur sandbátin, ???Slúkur??? sum skipaði sandin upp á goymslu í Rættará, heðani sandurin var seldur til húsabygging og annað, sum var bygt í teirri tíðini. ???Slúkur??? var undir seinna heimsbardaga seldur til Íslands.

Í árunum 1925-1947 seldi Valdemar Lützen eisini olju og petrolium fyri Esso, men tá hetta felagið í 1947 gjørdi nýskipan í Føroyum soleiðis, at Esso fekk beinleiðis sølu her, gavst hann við hesum.

Valdemar Lützen leigaði stór skip úr útlondum, sum komu við byggitilfari og kolalast nakrar ferðir um árið. Tá var fraktprísurin so lágur, at Valdemar selgdi øll skipini, og innflutti vørur við hesum stóru skipum ístaðin. Avskipanin av koli var skipa upp í stórar kurvar og síðani koyrd í tryllibørum á goymslu. Hetta bleiv gjørt frá ???Høgu Kai??? ið bleiv sett upp við ???Skeiva Pakkhús??? til sjálvsama høvið. Hetta kravdi nógv arbeiðsfólk, einar 15-20 mans.

Byrjaði við Ísenkramhandil.

Í 1952 hendi enn einaferð nýskipan innan handilsvirkið. Tað var Anni Lützen sum gjørdi lítla búnýtisdeild á Bryggjubakka.

Tá Valdemar Lützen y, abbasonur Valdemar Lützen kom aftur eftir lokna útbúgving í Holbæk og Newcastle, keypti virkið klædnahandilin hjá Heinesen í Vágsbotni (Har Miðlahúsið í dag leigar frá Valdemar Lützen) har hann opnað ein amboðshandil sum Valdemar Lützen yngri var leiðari á. Fyrst tí 60???unum víðkaði Valdemar Lützen (y), so at hæddirnar í Vágsbotni, blivu tiknar í nýtslu. Amboðshandil á fyrstu hædd og búnýti á aðru hædd.

Soleiðis var gongdin í handilshúsinum í Vágsbotni fram til miðskeiðis í 1980???unum, tá ið avgjørt var at flyta amboðshandilin út á Skálatrøð,soleiðis at amboð og byggitilfar nú var samlað á sama stað í nýggja byggimarkaðinum á Skálatrøð. Við tað at amboðsdeildin var flutt úr Vágsbotni og út á Skálatrøð, hevði Valdemar y givið lívsverkið frá sær, tí hann ikki vildi flyta úr handilshúsinum í Vágsbotni. Hetta førdi við sær, at búnýtisdeildin bleiv víðkað til báðar hæddirnar ??? við góðari eydnu.

1. juni 2004 lat handilsvirkið í Vágsbotni aftur eftir 51 ár undir leiðslu av Valdemar Lützen y. Valdemar valdi at njóta sítt otium við góðari samvitsku, tó so er hann at síggja í byggibúðini á Skálatrøð av og á.

Fóru úr skúla og arbeiddu til pensjónsaldur.

Nógv av teimum starvsfólkunum, sum hava verið hjá PF Valdemar Lützen, hava havt arbeiði har alla sína tíð, til tey løgdu frá sær vegna aldur. Soleiðis starvaðust Ebbe Ki (Jacobsen) á skrivstovuni í 50 ár, eins og Olga Mikkelsen eisini var ein av teimum, sum arbeiddu alt sítt vaksna lív í virkinum. Dia á Lava, Ferdinand Rubbeksen, Jógvan Mikkelsen, Jákup Michael og Addaba arbeiddi allir meira enn fimmti ár hjá Valdemar Lützen.

Eisini syninir hjá arbeiðsfólkunum tóku starv á hesum virkið. Soleiðis hevur Jóhan á Lava arbeitt í 50 ár hjá Valdemar Lützen, eins og Mogens Lützen eldri var stjóri í virkinum í ein mansaldur. Valdemar Lützen y hevði 50 ára starvsdag í sept. 2003.

Ganga nýggjar leiðir

Í Januar 2003 bleiv gjørt eitt ættarliðsskifti. Høgni Lützen ið er fjóraættarlið tók yvir í Amboðshandlinum á Skálatrøð. Her valdi man at koyra við sama leisti, har ið tænastan var í hásæti og kappingarførar prísir. Tó so valdi man at víðka um vøruúrvæli soleiðis at man rakti ein breiðari málbólk, so sum byggivinnuna, eins og rustfríða heilsølu til skipa og maskinmarknaðin í Føroyum.

Hetta gjørdi man millum annað við at fáa Føroya størsta úrval innan rustfríða A4 marknaðin. Soleiðis fekk man eina góða byrjan uppá eina ???Vørunitcu???, ið hevur borið góða frukt fyri Valdemar Lützen Byggibúð til tann dag í dag.

Ein annar vørubólkur, ið er voksin nógv síðstu árini er lás & lyklar. Hetta saman við at man fór at bjóða eina lásatænastu um alt Føroya land bæði innan systemlás, eins og elektronisk lás, vísti seg at geva væl. Hesin lásamarknaður er bert voksin síðstu 8 árini.

??tlitini eru góð fyri fyritøkuna hjá Valdemar Lützen. Árið 2014 er um at enda og staðfestast kann enn einaferð, at met søluár er sett fyri tíggjunda ár á rað.

Høgni Lützen heilsar øllum føstu kundunum hjá Valdemar Lützen við at ynskja teimun eini Gleðilig Jól og eitt av Harranum signað Nýggjár.

Ísamband við at vøruteljing, peningauppteljing og revisión er ímillum Jól og Nýggjaár, er stongt og opna verður aftur Fríggjadagin 2. Januar 2015.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder