
Aftur í ár verður skipað fyri sera vælumtóktu konsertini Jól við Løkin í Runavík. Konsertin verður leygardagin 17. desember kl. 20. Talan er um eina jólakonsert, við stórum og væluppløgdum húsorkestri, við skiftandi solistum.
Hetta er triðja árið á rað at skipað verður fyri Jól við Løkin. Fyrstu tvey árini vórðu konsertirnar væl og virðiliga útseldar, og í fjør var neyðugt við eykakonsert.
Fyrstu solistarnir vórðu kunngjørdir í morgun kl. 10, tá atgongumerkjasølan eisini lat upp. Áhoyrarnir eru sera trúgvir, tí hóast bert trý nøvn eru kunngjørd, setti sølan í ár met. Løkshøll tekur um 300 fólk, og eftir bert tveir tímar vóru væl omanfyri 200 atgongumerkir seld.
Klokkan gott 14 var konsertin mestsum útseld. Tí hava fyrireikarnir valt at seta eina eykakonsert á skrá. Eykakonsertin verður sunnudagin 18. des kl. 16.
Vit fegnast almikið um hesa fantastisku undirtøkuna!
Atgongumerkir kunnu keypast á www.loksholl.fo og á Kunningarstovuni í Saltangará. Sí meira á www.facebook.com/loksholl
- Fyrireikarnir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald