2018-12-10 18:44

Leygardagin 15. desember kl. 15.45 verður stórt barnatiltak í jólaprýdda Amtmansgarðinum.
Umframt at garðurin er vakurt prýddur og Ríkisumboðið bjóðar kakao og holukøkur, so koma jólamaðurin Julius og gyklarin Rógvi á vitjan, og tað kann bara verða stuttligt!
Julius hevur fylt sær posan við karamellum og Rógvi hevur lært seg nøkur nýggj triks. Eisini kemur ungdómskórið Cantus at framføra í hugnaliga umhvørvinum.
Alt hetta í Amtmansgarðinum, stutt eftir at Julius er komin til Havnar við Jólaskipinum.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald