2021-12-08 13:46
LS skrivar: Johanna nýggjur serlækni í maga-tarm og livrasjúkum
Tað legst aftrat við serlæknum í føstum størvum í Sjúkrahúsverkinum. Tann 1. desember tók Johanna Petersen við sum yvirlækni í medicinskum maga-tarm og livrasjúkum á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum.
Johanna tók embætisprógv sum lækni á Syddansk Universitet í Odense í 2008. Hon hevur verið í KBU og í introstarvið á Svendborg sjúkrahúsið. Serlæknaútbúgvingin hevur verið á Sygehus Lillebælt í Vejle og á Odense Universitetshospitali.
Í 2017 vardi Johanna sína PhD verkætlan undir heitinum ???Fyribyrging av bløðandi magasárið í almenn praksis???. Hetta var ein tvørfaglig verkætlan millum medisinsku maga-tarm-deildina á Odense Universitetshospitali og granskingareindina hjá kommunulæknunum í Odense
Nú Johanna Petersen hevur tikið við føstum starvi, eru tveir serlæknar í maga- tarm og livrasjúkum á Landssjúkrahúsum. Tað fer at gera góðan mun, tí í mong ár hevur einans verið ein gastroenterologur í føstum starvi í Føroyum.
Vit ynskja Jóhonnu hjartaliga vælkomnari á Landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald