JN

Javnaðarflokkurin: Smærri vinnurekandi skulu rinda minni í partafelagsskatti

...

2021-08-28 12:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Javnaðarflokkurin vil gera gerandisdagin hjá íverksetarum og smærri vinnufyritøkum lættari. Tað segði Aksel V. Johannesen í formansrøðuni á landsfundinum í Sørvági í dag.


Flokkurin vil broyta partafelagsskattin hjá smærri fyritøkum, so tær rinda minni enn stórar fyritøkur.

- Búskapurin skal vaksa frá fólkinum, góðum hugskotum og virkishugi hjá fólki, sum hava hug at royna okkurt nýtt. Vit ynskja eitt fjølbroytt vinnulív við nógvum smáum íverksetarum í staðin fyri nøkrum fáum fyritøkum, sum leggja tað mesta av vinnulívinum undir seg, segði Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder