
Janus Rein sum vit kenna sum flogskipara hjá Atlantic Airways, og fyrrverandi løgtingsmann fyri Framsókn og Fólkaflokkin hevur valt at gevast at flúgva, Janus hevur havt heilsutrupuleikar seinastu tíðina.
Í ár 1999 fór Janus Rein at lesa til flogskipara, og hevur arbeitt hjá Atlantic Airways síðani 2005 tá ið hann gjørdist stýrimaður, seinni bleiv hann so flogskipari.
Janus skrivar á Facebook.
"So er flogskiparabúnin hjá mær hongdur í klædnaskápið fyri seinastu ferð.
Vegna áhaldandi heilsutrupulleikar havi eg verið noyddur at ásanna, at yrkisleið mín sum flogskipari er komin at enda. Tað eru nærum 19 ár síðani, eg fyrstu ferð setti meg við stýripinnin í einum flogfari, og fyrr í summar var so seinasti dagurin.
Eg eri nú ikki longur í starvi sum flogskipari ??? ein serstakliga løgin kensla.
Vil við hesum takka starvsfeløgum og viðskiftafólkum hjá Atlantic Airways fyri mangar góðar løtur og nógv góð minni. Eg havi í mínum starvi sum flogskipari altíð borið flogskiparabúnan við stoltleika og lagt serligan dent á, at ferðafólkini í flogfarinum hjá mær skuldu kenna seg trygg og væl. Takki innarliga fyri allar tær persónligu afturmeldingarnar, sum eg ígjøgnum árini havi fingið frá tykkum ferðandi.
Eg eri takksamur fyri árini, eg fekk sum flogskipari, men nú liggja so nýggjar leiðir fyri framman. Hvat eg fari at takast við, veit eg ikki. Mann plagar at siga, at tá ein hurð letur aftur, lata aðrar upp. Hetta orðatak er mest ein kliché, men tað vísir seg ofta at vera so. Eg eri takksamur fyri at hava arvað minnið hjá pápa mínum ??? tað hevur verið ein góður førningur á teimum ymsu útbúgvingunum, eg havi tikið. Lærdómur er lættur at bera ??? kanska okkurt av hesum lærdómi nú fer at koma til sín rætt.
GG. Talan er ikki um lívshættisligar heilsutrupulleikar; tað eru trupulleikar, ið hava samband við flúgving, og sum gera, at eg ikki kann vera flogskipari."
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald