Vit hava fingið Jan Ottosen at meta um hondbóltsdystirnar í CocaCola-kappingini í kvøld. Jan fór annars avstað úr Føroyum í gjáramorgunin - nú verður leiðin hjá honum løgd til Australia.
StÍF ??? VÍF klokkan 18:30 bólkur 1: Kvinnurnar hja StÍF hava ein sveran dyst móti VÍF, skulu tær víðari til semifinaluna, so skulu tær vinnavið 7 málum á VÍF. Tað ivist eg í um tær kunnu gera. So fyrsta og annað plássfara til VÍF og Neistan. Spurningurin er so bara um VÍF fer at spæla taktisk íhesum dystinum, nú tá tað var eitt óvantað úrslit í hinum bólkinum, har VBfær fysta og Kyndil við einum sigri fær tað næsta plássið. So skal eittarin møtaKyndli og her er tað VÍF kann spæla taktisk. VÍF tapti seinast tær spældu mótiKyndli, og hyggur man eftir innanhýsis málmuninum millum VÍF og Kyndil, so erKyndil betri. Umvent verða tær nummar tvey, so skulu tær møta VB, teimum havatær spælt tríggjar ferðir móti, vunni tveir dystir heima klárt, og so fingið einsigur á útibana. Tí kann VÍF nærmast velja teirra mótstandara í semifinalunisjálvar. Sigur ella javnleikur, vil helst siga at tær møta Kyndli. Tapa tær við1 til 6 málum, so eitur mótstøðan VB, men tapa tær við 7 ella meira eru tærúti.
??rslit: Vænti at VÍF vinnur, men tað kann vera ein tanki,hvørjum tær helst vilja møta í semifinaluni, men royna kvinnurnar úr Vestmannaat vinna, so verður tað ein 6-10 málssigur til tær gulu.
Stjørnan ??? Kyndil klokkan 19:30 bólkur 2: Stjørnan hevur fingið ein kjans afturat, við at VB vann á Kyndli. Sjálvt umStjørnan tapti størri móti VB enn Kyndil gjørdi, so hava tær kjansin aftur, tátær ???bara??? skulu vinna teirra heimadyst móti Kyndli. Stjørnan hevur eitt ungtlið, við tveimum útlendingum, sum hava verið sera svingandi í teirra spæli. Tærhava tó á heimabana gjørt nøkur flott úrslit, millum annað móti VB, men eisiniNeistanum. Kunnu tær hála enn eitt yvirraskandi kort út ermuni, so senda tærknappliga størsta farvorittin út í kuldan. Skulu tær gera tað, so skulu tær útlensku, málmaðurin og miðan spæla ein sera góðan dyst, og Mina (komandistjørnuskotið) hava ein góðan dag sum skjútti. Hyggja vit eftir Kyndil, so vartað eitt sera yvirraskandi úrslit, tá tær tapti fyri VB heima. Ja VB spældi einflottan dyst, og hevði eftir 60 min klárt fortjent sigurin. Kyndlakvinnurnar hava sjálvarsett seg undir press nú, og nú mugu tær á útivølli vísa hvat tær duga. Eri ikki íiva at tær kunnu gera tað, eg hugsi um hvat grundin er. at tær taptu móti VB, og um tað hevur sett seg, og kann geva teimum nervar til henda dystin.
??rslit: Kyndil vinnur, tað kann gerast ein stórsigur,men Stjørnan við teirra útlendingum og Minu í hopla kunnu yvirraska, og geratær tað, so verður tað ein tættur dystur, sum kann fara báðar vegir. Hetta erfaktist ein kvartfinala um at sleppa í semifinaluna.
StÍF ??? Kyndil klokkan 20:00 bólkur 2: StÍF eru í semifinaluni, spurningurin er um teir møta Kyndil ella VÍF í semifinaluni. Tó eru teir ikki vísir um at fáa fyrsta plássið enn, og verða teir nummar tvey, so skulu teir møta KÍF, sumer tað sterkasta liðið í løtuni, tað er tað liðið, sum øll helst viljaumganga. StÍF gjørdi eitt øguligt ???comeback??? móti VÍF hósdagin, har teir tveir min inni í seinna hálvleiki,vóru aftanfyri við 8 málum, vendu dystinum totalt og vunnu við tveimum. Taðsigur at strandingar hava góðan moral, og ein Svein í hopla. Hann gjørdi 15 rein mál - Tá ið málini hjá Bogdan, sum fingu so nógva umtalu, gjørdi hann 17mál móti KÍF, vóru tað fýra uppá straffi, so tað eru 13 rein mál. Tað sigurokkum bara hvussu góðan dyst Sveinur spældi móti VÍF, hann spældi somuleiðisfleiri spælarar upp.
Skal Kyndil hava nakran møguleika móti StÍF, so skulu teir stoppa Sveini, stoppa teir honum, so verður tað ein spennandi dystur á Skála,har alt kann henda. Kyndil hevur nokk verið tað mest svingandi liðið í ár. Kyndil hevur eitt gott lið, við góðum spælarum á næstan øllum plássum, men tað sær úttil. at teir ikki eru spældir orduliga saman, men tá teir fáa sítt spæl atrigga, kunnu teir nærmast vinna á øllum liðum.
??rslit: Javnleik kunnu bæði liðini brúka, tí so eru bæðisikraði og í semifinaluni. Veit gott at tað er sjálvdan at man tipparrætt, tá ið man sigur javnleik í einum hondbóltdysti, men hesin endar viðjavnleiki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald