Jan Ottosen landsliðvenjari hjá Australia, hevur mett um dagsins dystir.
Neistin ??? StÍF klokkan 18:30 bólkur 1. hjá kvinnum
Dysturin um annað pláss í bólkinum, har hevði eg sagt at Neistin var favorittur, og tað eru tær eisini. Men at tær bara fáa 1 mál teir seinastu 18 minutturnar av einum dysti, ger at man ikki kann avskriva mótstøðuliðið heilt. Trúgvi tó ikki, at tað fer at ganga so illa fyri damurnar hjá Neistanum einaferð afturat, tær fáa nokk sigurin í hús.
Fyri StÍF er hetta ein møguleikadystur, tær skulu trúgva uppá tað, og helst nú tá ið Neistin knappliga misti alt á gólvi í vikuskiftinum. Hetta er ein dystur, um eitt semifinalupláss, so tað kann vera vinn ella forsvinn fyri bæði liðini.
??rslit: Eg vænti at Neistin vinnur, og tað taktiska í hesum dystinum má vera, at tær vinna við trimum málum ella meira, so at 2. plassið er tryggjað.
H71 ??? Neistin klokkan 19:30 bólkur 1. hjá monnum
Bæði liðini taptu teirra fystu dystir, tí er hetta ein avgerandi dystur um hvat av liðnum skal kemur at hava møguleika at koma víðari. Tó er tað ein møguleiki at koma víðari við tveimum stigum, men tað avhongur av úrslitinum í hinum dystunum.
Til dystin seti eg H71 til favorittar, teir hava heimavøll, og knívin á barkan, júst hesir dystirnir eru teir dystirnir H71 spælur best.
Hygg bara eftir teimum síðstu árinum um FM, har teir hava skulu havt sigrar fyri at náa finalinum, og teir hava gjørt tað. Eingin ivi er um, at hetta er ein líknandi dystir ??? H71 hálar sigurin heim.
Neistin tapti fyri Team Klaksvík, og teir hava KÍF tann seinasta dystin, KÍF er í løtuni næstan óvinniligir. Skal Neistin hava nakran kjans á H71, so skal Mikkjal í málinum hava ein sera góðan dag, Sjúrður skal vera í hopla, og Teitur og Djumic mugu halda eitt høgt støði allan dystin. Gera teir tað - hava teir ein kjans, men hann er lítil. Teir kunnu gott yvirraska og fáa teir sigurin í hús, so kunnu teir møguliga koma víðari við tveimum stigum, tá teir, Team Klaksvík og um H71 vinnur á Team Klaksvík so hava øll trý liðini tvey stig, um KÍF vinnur sínar dystir. So vera tað innanhýsis málmunur, sum er vigtigur, tí má Neistin vinna við fleiri málum, enn teir taptu móti Team Klaksvík.
??rslit: Eg vænti at dysturin verður sera tættur, har H71 tekur ein ordans endaspurt og vinnur, tað verður nokk tann mest spennandi dysturin í kvøld.
Team Klaksvík ??? KÍF klokkan 20:00 bólkur 1. hjá monnum
Her er so tað hvat Team Klaksvík ætlar, vilja teir koyra fult tempo, ella vilja teir spara kreftir til ein møguligan vinn ella forsvinn dyst móti H71. Hyggur man eftir søguni, so hevur Team Klaksvík ikki vunnið á KÍF, síðani teir komu í bestu deildina aftur. KÍF hevur bara eitt gear meira enn hini liðini, tó hevur Team Klaksvík veri tætt við onkuntíð, men enn hevur tað ikki eydnast at vunnið á KÍF. Men tó skulu vit hava í huganum, at Team Klaksvík kanska sparir uppá kreftirnar til tann avgerðandi dystin móti H71, so teir ikki riskera nakran dumman skaða ella líknandi, til teirra seinasta dyst.
??rslit: Her vænti eg at KÍF vinnur, tað er sikkurt, tað er bara spurningurin um hvussu klókir Team Klaksvík eru, um teir velja at brúka óneyðugar kreftir ella teir spara sínar spælarar.
Umvent skal tað sigast, at vinnur Team Klaksvík á KÍF, so er ikki víst at teir koma víðari í semifinaluna, tí um H71 vinnur á Neistanum, og H71 vinnur á Team Klaksvík, og KÍF á Neistanum, so eru tað trý lið við fýra stigum. Men tá tað er sagt, so haldi eg, at Team Klaksvík skal hava fult fokus á dystin móti H71, tí har kann avgerðin falla um hvør kemur í semifinaluna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald