Ítróttur

Jákup Sveinbjørn Olsen er ársins stjørnuskot

...

2013-10-28 03:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur: Jákup Sveinbjørn Olsen var, á borðhaldið í SÍF-húsinum leygarkvøldið, kosin ársins stjørnuskot 2013. Heiðurin verður latin einum leikara, sum, í ár, hevur presentera seg á liðið okkara. Einum leikara, sum fyri fyrstu ferð veruliga ger vart við seg.

Ársins stjørnuskot 2013, megnaði júst hetta í ár, hóast hann hevði fleiri dystir á besta liðinum frammanundan, eisini 8 Vodafone-dystir í 2011. Serliga í seinnu hálvu spældi hann seg inn á liðið, við sínum góða teknikki og yvirblikki. Hetta ger, at ársins stjørnuskot varð atkvøtt rættiliga sannførandi.

Tað ger tað slett ikki verri, at ársins stjørnuskot longu hevur gjørt av at halda á fram at spæla fyri 07 Vestur.

Hjartaliga tillukku!

Sí eisini >>Andras Gango er ársins leikari 2013<<

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder