Ítróttur

Jákup nýggjur málmansvenjari

...

2013-11-13 19:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

FSF og Jákup Mikkelsen hava í dag gjørt avtalu, ið inniber, at Jákup verða málmansvenjari hjá A-landsliðnum við monnum næstu tvey árini.

Seinastu tvey árini hevur danin, Mogens Krogh tikið sær av venjingunum hjá føroysku landsliðsmálverjunum, men nú er greitt, at tað verður Jákup Mikkelsen, ið avloysir Mogens Krogh sum málmansvenjari hjá føroyska A-landsliðnum við monnum.

Í summar varð Mogens Krogh settur í starv sum høvuðsvenjari hjá Nordvest FC, sum spælir í triðbestu deildini í Danmark, og tí lá ikki fyri hjá Krogh, at halda fram í starvinum sum málmansvenjari hjá føroyska A-landsliðnum.

Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at Jákup skal røkja starvið sum málmansvenjari hjá A-landsliðnum. Eitt stutt tíðarskeið, tá Brian Kerr var høvuðsvenjari, virkaði Jákup sum málmansvenjari hjá landsliðsmálverjunum. Har afturat hevur Jákup Mikkelsen spælt 73 A-landsdystir fyri Føroyar.

Avtalan millum Fótbóltssamband Føroya og Jákup Mikkelsen er fyribils galdandi til endan av komandi EM-undankapping.

Kelda: FSF.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder