Vit hava fingið Jacob Jónsson - KÍF venjaran - at meta um dystirnar í Atlandic Airways-deildini, sum verða leiktir sunnudagin.
StÍF-Kyndil verður leiktur í Høllini á Skála.kl. 16 sunnudagin.
Bæði liðini hava 6 stig og liggja í niðaraenda á stigatalvuni, tí er avgerandi hjá báðum liðum at vinna og fáa stig sunnudagin, hvørgin hevur ráð at tapa. Bæði liðini fara tí at leggja nógv fyri. Kyndil tapti stórt móti KÍF í seinasta dysti, teir eru í kreppu - hava skift venjara, so spennandi verður at síggja, hvussu skjótt Geir Wardum og Hjalmar Klein Olsen klára at venda gongdini. Somuleiðis varð StÍf avhølvað í Vestmanna, spurningurin er so um teir fóta sær aftur til dystin sunnudagin.Rokni við at StÍF vinnur við 3-4 málum (27-24).
VÍF-Neistin verður leiktur í Høllini í Vestmanna kl. 16 sunnudagin.
VÍF hevur eitt gott lið, sum er í eini góðari gongd, teir vunnu stórsigur á StÍF í seinasta dysti. Hinvegin so byrjaði Neistin væl uppá kappingina, men hevur ikki klára at hildu góðu gongdini, teir taptu ímóti TK í Klaksvík í seinasta dysti,eg rokni ikki við, at teir reisa seg aftur ímóti VÍF - Ein sigur til VÍF og 2 stig til Vestmanna.
H71-Team Klaksvík verður leiktur í Hoyvíkshøllini kl. 16 sunnudagin.
H71 hevur eitt gott lið, sum er í eini góðari gongd, teir liggja á 3. plássi við 9 stigum og koma at gera alt fyri at halda fast í oddinum, rokni eisini við at H71 verður við í kappingini um finaluplássið. Team Klaksvík hevur fingið góð úrslit í seinastu dystunum, men tað verður ikki lætt at vinna í Hoyvíkshøllini á H71 - 2 stig til H71.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald