2013-11-15 22:02
Vit hava fingið KÍF-venjaran Jakob Jónsson at meta um teir báðar dystirnar í Atlantic Airways-deildini, sum verða leiktir um vikuskiftið.
Í Elektrondeildini kemur Ásbjørn Nielsson Nattestad at meta um dystirnar, tann metingin kemur í morgin.
16.11.2013 16.00 | Ítróttarhøllin á Skála | A127 | StÍF | Team Klaksvík | ||||
17.11.2013 16.00 | Høllin á Hálsi | A126 | Neistin | H71 |
Vit hava fingið Ásbjørn Nielsson Nattestad, at meta um teir báðar dystirnar í Elektron deildini hetta vikuskiftið. Les um tær metingarnar við at trýsta her.
StÍF - Team Klaksvík í høllini á Skála leygardagin 16. nov. kl. 16.00 - Bæði StÍF og Team Klaksvík hava víst gott spæl teir seinastu dystirnar, eg meti tó, at tað verður tungt hjá Team Klaksvík at vinna á StÍF í høllini á Skála. StÍF venjarin Jónleif Sólsker dugir væl at seta sínar menn upp til dyst, eg rokni við at StÍf vinnur dystin við eini 5-6 málum og tí 2 stig til StÍF, sigur Jakob Jónsson.
Neistin - H71 í Høllini á Hálsi sunnudagin 17. nov. kl. 16.00 - Liðini liggja jøvn við 8 stigum í part, tí er talan um eina uppgerð millum Neistan og H71. Bæði liðini hava í seinastuni havt tættar og góðar dystir,við framúr málmansspæli frá báðum pørtum - eg meti eisini at hesin dysturin verður javnur og spennandi, men megnar Neistin at fáa sítt spæl at koyra, so draga teir longra stráðið sunnudagin og vinna við 3 málum, sigur Jakob Jónsson í viðmerking síni.
Støðan
Støðan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald