JN

Ítróttafeløg fingu kr. 3,5 mió. úr hjálparpakki 2 hjá ÍSF

...

2021-09-14 13:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


 

Tíðindaskriv 14. september 2021:

 

Ítróttafeløg fingu kr. 3,5 mió. úr hjálparpakki 2 hjá ÍSF

Ítróttafeløg hava nú fingið kr. 3,5 mió. endurgoldið av inntøkunum, sum tey mistu orsakað av covid-19 tíðarskeiðið 1. juli 2020 til 31. mai 2021. Íalt eru tað 45 felagsskapir, sum fáa stuðul úr hjálparpakka 2, sum ÍSF søkti Uttanríkis og- mentamálaráðið um fyrr í ár.

Ítróttarfeløg kundu søkja um stuðul fyri mistar inntøkur sambært ???Reglugerðini fyri stuðul til mistar inntøkur í sambandi við COVID-19 - hjálparpakki 2???, tí tiltøk vóru avlýst ella nógv avmarkað sum ein avleiðing av almennu covid-19 tilmælunum.

49 felagsskapir søktu um íalt kr. 5,7 mió. Sambært reglugerðini høvdu 45 felagsskapir rætt til stuðul á samanlagt umleið kr. 3,9 mió. Sostatt var neyðugt at tillaga stuðulsútgjøldini soleiðis, at felagsskapirnir íalt hava fingið játtað kr. 400.000 minni, enn tey søktu um.

Í fjør fingu 43 ítróttafeløg 4 mió kr. úr hjálparpakka 1 fyri mistar inntøkur tíðarskeiðið 12. mars-30. juni 2020.

  • Viðheft er yvirlit yvir ítróttafelagskapirnar, sum hava móttikið stuðul frá hjálparpakka 2 hjá ÍSF.


ÍSF: Játtaður stuðul úr hjálparpakka 2 -tíðarskeiðið 1. juli 2020-31. mai 2021 '

NSÍ 99.172,82 

Víkingur 186.790,75 

H71 250.000,00 

Ítróttarfelagið Bragdið 90.182,66 

Svimjifelagið Flot 40.293,80 

Klaksvíkar Ítróttarfelag 54.414,32 

Flogbóltsfelagið Mjølnir 86.373,66 

Føroya Ríðingarfelag 138.608,69 

Eiðis Bóltfelag (EB) 13.603,58 

Argja Bóltfelag 172.228,58 

Tvøroyrar Fimleikafelag 31.462,36 

Vágs Bóltfelag 101.973,34 

Svimjifelagið ??gir 73.903,72 

07 Vestur 62.407,78 

FC Suðuroy 29.707,50 

Ítróttarfelagið Argir 36.151,06 

Kyndil 98.421,90 

Klaksvíkar badmintonfelag 80.714,58 

Skála Ítróttarfelag 127.276,00 

Sandavágs ítróttarfelag 108.385,16Í

tróttarfelagið Frælsi 116.379,53 

Hondbóltsfelagið NEISTIN 83.367,27 

Hósvíkar Róðrarfelag 68.366,15 

Fimleikafelagið Ljósið 26.073,53 

EB/Streymur 92.492,55 

Klaksvíkar Fimleikafelag 21.617,91 

Hondbóltsfelagið Tjaldur 14.536,78 

ÍF (FSF) 160.372,60 

Fimleikafelagið FLOG 23.871,56 

Havnar Fimleikafelag 43.509,69 

Kollafjarðar Ítróttarfelag (KÍF) 10.000,00 

Fleyr 20.776,29 

Fimleikafelagið Støkk 157.073,29 

Havnar Róðrafelag 115.369,24 

Róðrarfelagið Knørrur 115.369,24 

Argja Róðrarfelag 115.369,24 

Strálan 54.606,58B36 99.216,35 

HSF 21.613,37 

ÍF Flogbóltur 16.240,86 

TB 241.706,59

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder