Vinna

Íslendingar royna sunnanfyri og russar norðanfyri

...

2014-11-28 17:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tey 4 íslendsku skipini - Bjarni ??lafsson, Beitir, Børkur og Jón Kjartansson, sum teir seinastu dagarnar hava roynt eftir svartkjafti í ein landnyðring úr Føroyum, eru í morgun stødd sunnanfyri, heilt suður ímóti Hetlandsrennuni.

Tey trý russisku skipini, sum royndu norðanfyri, eru enn stødd norðanfyri.

Einki føroyskt skip er enn farið á svartkjaftaveiðu, tey flestu hava fiskað svartkjaftakvotuna, tó er okkurt skip, sum eigur nøkur tons eftir enn - tískil eru tað bara útlendsk skip, sum í løtuni eru á svartkjaftaveiðu við Føroyar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder